Síðani 1957 hevur Meteorologisk Institut (DMI) mált miðalvatnstøðuna í Føroyum. Eitt sokallað vatnstøðubretti varð fastgjørt í bryggjuna í Tórshavn og síðani bleiv vatnstøðan avlisin við jøvnum millumbilum og skrivað niður. Hesar mátingar vísa, at miðalvatnstøðan er hækkað við umleið 2 mm um árið ella í alt 10 cm upp á 50 ár.
Mynd 1. Vatnstøðubretti í Tinganesi
Tá tosað verður um hæddir á fjøllum og øðrum, vísur tað til miðalvatnstøðuna, sum hon var í 2009. Hæddirnar á uppmátingarpunktum, eisini nevnd fixpunktir, byggja á vatnstøðuna, sum hon var hetta árið.
Í 2009 vórðu nýggjar uppmátingar gjørdar av fixpunktunum sum gjørdi tað neyðugt at lækka niveau’ið við 8 – 9 cm. Hetta merkti, at øll fjøll í landinum gjørdust 8 – 9 cm lægri. Nýggja hæddarskipanin nevnist FVR09 (Faroe Islands Vertical Reference 2009). Hæddarskipanin avloysir gomlu hæddarskipanina frá 1966, FoldMSL (Faroe Islands Mean Sea Level before 2009).
Mynd 2: Vatnstøðumátari hjá Landsverk í Sørvági
Í dag er ikki neyðugt at avlesa vatnstøðuna á einum vatnstøðubretti, tí Landsverk hevur sett sjey vatnstøðumátarar upp, sum støðugt máta vatnstøðuna. Til ber hjá øllum at síggja úrslitini á www.landsverk.fo
Tá tað verður sagt, at miðalvatnstøðan hækkar umleið 2 mm/ár, so er hetta í mun til landið, men hvør sigur, at tað ikki er landið, sum ístaðin søkkur? Til tess at finna útav hvussu stabilt landið er, setti Umhvørvisstovan í september mánaða 2008 ein gps’ara á skjøldurin á bygninginum (sí mynd 3).
Mynd 3: GPS’ari á Umhvørvisstovuni
Gps’arin mátar positiónina hvørt sekund og verða hesi dátu flutt til Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering í Danmark, har tey verða kannað og goymd. Síðani tann 28. febr. 2011 hava dáta frá GPS'aranum eisini verið tøk á heimasíðuni hjá EUREF. Til ber at síggja rørslur her. Á myndini niðanfyri (mynd 4) sæst hvussu Føroyar flyta seg.
Mynd 4: Myndin vísir Føroyar árligt flyta seg 17 mm norðureftir, 12 mm eystureftir og 0.7 mm niðureftir (ITRS IGb08)
Niðurstøðan er sostatt, at landi søkkur 0,7 mm um árið og at havið hækkar 1,3 mm um árið. Íalt merkir tað, at vatnstøðan hækkar 2 mm/ár.
Lesið meira:
Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.